Funnu deyðan mann á sjónum - eingin illgruni um brotsverk

Løgreglan sigur, at kanningarnar eru um at vera lidnar

Beint fyri døgverða gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eitt fólk lá og fleyt á sjónum á Eystaruvág í Havn. Løgreglan, sløkkiliðið og sjúkrabilur fóru á staðið, men har var einki at gera. Løgreglan sigur, at talan er um mann, sum er fyrst í sekstiárunum. Hann varð eymerktur rættiliga skjótt og tey avvarðandi vórðu kunnað.

 

Løgreglan sigur, at tey eru um at vera liðug við kanningarnar í málinum. Tey vita ikki akkurát, hvar maðurin er farin á sjógv, men at tey hava ikki illgruna um, at tala er talan er um eitt brotsverk av nøkrum slagi.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið friðarligt. Ein bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning.