Funnu dýrgripir frá víkingatíðini og fingu bót

Teir høvdu keypt sær ein metaltevjara, og tað var við ein garð, at teir funnu myntir og aðrar lutir frá víkingatíðini.

 

Tveir vinmenn í Noregi hildu, at tað fór at geva teimum heiður og æru, eftir at teir høvdu funnið nakrar dýrgripir, sum vístu seg at vera pengar frá víkingatíðini. Men, tað skuldi kortini vísa seg, at tað, sum teir høvdu funnið, fór at kosta teimum bøtur á ávikavist 15.000 og 8.000 norskar krónur.

Tá teir tóku pengarnar, sum teir høvdu funnið, heim við sær, vórðu teir ákærdir og seinni dømdir fyri brot á mentanarminnislógina - ella "kulturminneloven", sum lógin verður rópt á norskum. Tað var í mai mánaði í fjør, at vinmenninir, Ole Johan Fuglerud og Joakim Holbæk, funnu tíggju myntir og aðrar lutir frá umleið 800-talinum.

- Vit góðtaka dómin og eru fegnir um, at hetta nú er liðugt, sigur Ole Johan Fuglerud, við NRK. Hann heldur, at talan er um nógvar pengar, sum teir nú eru dømdir at rinda, men teir fegnast kortini um, at málið nú er liðugt.

Teir høvdu keypt sær ein sonevndan metaltevjara, og tað var við ein garð, nevndur Søndre Lore í Hole í Noregi, at teir funnu myntirnar og aðrar lutir frá víkingatíðini. Teir løgdu myndir út á Facebook av tí, teir høvdu funnið. Tað var kommunan, sum meldaði teir báðar til løgregluna, og málið endaði so við, at teir vórðu dømdir.

Lógin, sum vinmenninir eru dømdir eftir, sigur, at tá tú finnur slíkt, sum hevur so stórt søguligt virði, hevur tú skyldu til at venda tær til myndugleikarnar, og tað gjørdu hesin báðir ungu menninir ikki.