Funnu bræv frá bin Laden

Amerikanska fregnartænastan sigur, at yvirgangsleiðarin Osama bin Laden slapp livandi frá amerikansku bumbuálopunum á holurnar har eysturi í Afghanistan

Keldur í amerikansku fregnartænastuni CIA søgdu fyri blaðnum Time í gjár, at amerikansku myndugleikarnir hava fingið váttan fyri, at yvirgangs-leiðarin Osama bin Laden var á lívi í desember, og at hann sostatt slapp undan teimum ógvusligu amerikansku bumbuálopunum har eysturi í Afghanistan á lívi.
Amerikansk flogfør bumbaðu holurnar í Tora Bora í fleiri dagar, tí illgruni var um, at bin Laden fjaldi seg har.
Keldurnar í CIA siga, at tá pakistanska løgreglan handtók Abu Zubaydah fyri trimum mánaðum síðani, hevði hann eitt bræv frá bin Laden uppiá sær. Brævið var dagfest í desember, og sambært CIA er eingin ivi um, at tað er bin Laden, sum hevur skrivað brævið, og at dagfestingin er bein. Tað merkir sostatt, at bin Laden slapp úr Tora Bora á lívi, um hann yvirhøvur var har.
Abu Zubaydah varð tikin í pakistanska býnum Faisalabad í mars, og sambært CIA avdúkar brævið eisini, at ein sonur bin Laden, Saad, var í Faisalabad í desember.
Abu Zubaydah verður mettur at vera ein av næstu monnum bin Ladens. Hann er nú í varðhaldi hjá amerikansku myndugleikunum.