- Kavararnir funnu nógv lík inni í vrakinum, men har var einki tekin um lív, segði talsmaðurin hjá filipinska herflotanum í morgun.
Meiri enn 860 fólk vóru umborð á "Princess af Stars", tá skipið sakk í ódnarveðri tætt við oynna Sibuyan nærhendis leygarkvøldið. Filipinsku myndugleikarnir siga, at vanlukkan hevur kravt meiri enn 800 mannalív.
Tey fáu, sum eru bjargað á lívi, hava greitt frá, at bjargingarbátarnir holvdust, tá teir blivu settir út, tí sjógvurin var so ringur.
"Princess af Stars" var 24.000 tons til støddar, og eitt reiðarí í Filipsoyggjunum átti skipið.