Á sumri í 1914, um somu tíð, sum fyrsta heimskríggj brast á blakaði ein skipsførari úr Glasgow ein fløskupost á sjógv.
98 ár seinni fann hetlendski skiparin, Andrew Leaper (myndin) hendan sama fløskupostin. Talan er um eitt Guiness heimsmet, tí tað, sum menn vita um, so hevur eingin áður funnið ein so gamlan fløskupost.
Við BBC segði Andrew Leaper: - Tað var ógvuliga spennandi at finna hendan fløskupostin, og ikki minst at lata hann upp. Tað kendist sum at vinna í lotto tvær ferðir, staðfesti Andrew Leaper skipari umborð á hetlandska bátinum "Copious".
Tað margháttliga er, at ein annar maður umborð á Copious átti eisini tað gamla metið. Ì 2006 fann skipsfelagin, Mark Anderson ein elligamlan fløskupost frá 1914.
Ì 1914 vóru 1890 fløskupostar blakaðir á sjógv í einari vísindaligari roynd. Tá á døgum vóru fløskupostarnir liðir í einari granskingarætlan at granska streymviðurskiftini í skotskum sjógvi. 315 av teimum 1890 fløskupostunum eru funnir. Tann seinasti var tann, sum Andrew Leaper fann fyri stuttum.