Fyri einum ári síðani høgdu norskir granskarar ein 70 metrar langan tunnil inn í ísin Juvfonne-ísin í Jotunheimen, og síðani hava granskarar í Tróndheimi kannað ís, sum varð tikin inni á botni í tunlinum.
Endamálið var at kanna, hvussu gamal ísurin er. Granskararnir væntaðu, at ísurin har inni mundi vera umleið 4.000 ára gamal, men nú kanningarnar eru lidnar, vísir tað seg, at ísurin er 2.000 ár eldri, enn teir høvdu væntað. Teir norsku granskararnir siga, at kavin, sum kom niður fyri 6.000 árum síðani, frysti fastur í vøllin og hevur tí ligið í sama stað øll hesi árini.
Síðani hálvan mai hevur tunnilin í Juvfonne verið opin fyri áhugaðum, sum har fáa høvið til at síggja ís, sum er eldri enn pyramidurnar í Egyptalandi, skrivar NRK.