Løgreglan í Meksiko hevur funnið minst 59 lík á einum harragarði í landspartinum Tamaulipas tætt við amerikanska markið. Líkini liggja í trimum gravum, men løgreglan væntar, at hon fer at finna uppaftur fleiri lík har, tí enn hevur hon ikki kannað fimm aðrar gravir.
Meksikonsku myndugleikarnir royna nú at fáa staðfest, um talan erum útlendingar, sum eru komnir sunnaneftir, og sum hava ætlað sær til USA.
Í august í fjør vórðu 72 flóttafólk úr El Salvador, Honduras, Guatemala, Ekvador og Brasil myrd í Tamaulipas, tí tey sýttu fyri at arbeiða fyri rúsevnasmuglararnar.
Rúsevnakríggið í Meksiko hevur kravt umleið 34.600 mannalív síðani 2006, og í gjár gingu túsundtals meksikanar mótmælisgongu ímóti rúsevnaharkaliðunum.