Funnu 3,3 tons av kokaini

Løgreglan í Venesuela hevur lagt hald á 3,3 tons av kokaini á havnarlagnum í býnum La Guaira. Løgmálaráðharrin, Tareck El Aissami, sigur við tað almenna sjónvarpið, at løgreglan fann rúsevnið í 1.680 smáum kassum, sum skuldu til Meksiko. Undir rannsóknini handtók løgreglan tveir venesuelar og ein meksikanara.

Venesuela er vorðið ein av teimum týdningarmestu flutningsleiðunum hjá teimum, sum smugla rúservni úr Suðuramerika til USA og Evropa. Tað mesta kemur úr Kolombia, haðani meginparturin av øllum kokaini í heiminum stavar.

USA hevur fýlst á, at myndugleikarnir í Venesuela gera ov lítið fyri at steðga rúsevnasmuglingini, men Taresk El Aissami, løgmálaráðharri, sigur, at amerikanararnir mugu sjálvir leggja størri orku í at steðga rúsevninum, áðrenn tað kemur á amerikanska jørð.