Løgreglan i russiska Sverdlovsk-landspartinum hevur funnið nakrar tunnur við mannafostrum. Tað váttar talsmaðurin hjá løgregluni fyri tíðindastovuni RIA Novosti.
Talsmaðurin sigur, at løgreglan fekk fyrst fráboðan um, at fólk høvdu funnið fýra tunnur, sum umleið 50 fostur vóru í, men seinni vísti tað seg, at har vóru fleiri tunnur, og at fostrini vóru 248 í tali. Tunnurnar hava frámerki við skrásetingarnummarinum hjá kvinnunum, sum gingu við fostrunum. Eitt frámerki hjá sjúkrahúsinum er eisini uttan á tunnunum.
Teir lokalu myndugleikarnir siga við RIA Novosti, at talan er um "sjúkrahúsburturkast", men at fyritøkan, sum skuldi beina fostrini burtur, hevur ikki røkt sína uppgávu.