Tollvaldið og herurin í Iran løgdu í morgun hald á meiri enn 11 tons av rúsevni, sum var komið úr Pakistan, og er hetta tann størsta einstaka rúsevnisnøgdin, sum iransku myndugleikarnir eru komnir fram á síðani kollveltingina í 1979.
Tíðindastovurnar skriva, at ein av smuglarunum doyði í skotbardaga millum smuglararnar og hermenninar. Nakrir aðrir smuglarar vórðu særdir, men tað eydnaðist teimum kortini at sleppa inn um pakistanska markið.
Iransku myndugleikarnir siga, at teir hava lagt hald á 350 tons av ymsum rúsevnum higartil í ár, og at tað mesta er opium. Men tað hevur ikki verið ókeypis, tí sagt verður, at meiri enn 4.000 iranskir hermenn eru falnir í samanbrestum við rúsevnasmuglararnar, sum ofta eru væl vápnaðir.