Tað kom óvart á nøkur av teimum lokalu á skotsku oynni, Isle og Harris, tá ein deyður avgustur lá strandaður á sandinum. Avgusturin hevði nevniliga 100 kilo av skrelli í magasekkinum - trol, reip, pakkitilfar, posar og ymiskt slag av plasti.
Hetta veit BBC, sum hevur tosað við ein av teimum lokalu, sum eitur Dan Parry. Hann sigur, at hetta vitnar um ein stóran trupulleika við dálking.
- Tað er syrgiligt, og serliga syrgiligt var tað at síggja trolini og alt burturkastið, sum kom út úr búkinum. Vit ganga á sandinum næstan hvønn dag, og eg taki altíð ein posa við mær til at savna skrell í. Tað mesta av tí kemur frá fiskivinnuni, sigur Dan Parry við BBC.
- Tað kann vera, at hetta burturkastið er mist í óveðri. Vit vita ikki. Men tað vísir í øllum førum, hvussu stóran trupulleika vit hava við dálking á sjónum, sigur hann.
##med2##
Hvalaserfrøðingar hava kannað málið, og tað er ikki greitt, um burturkastið var orsøkin til, at hvalurin doyði.
Tað verður mett, at burturkastið, sum avgusturin hevði í maganum, er bæði frá landi og fiskivinnuni. Um partur av dálkingini kemur frá føroyskum skipum, sigur søgan einki um.
##med3##