Funnnu leivdir av dóttrini á Utøya

Tað var norska TV2, sum í tíðindunum í gjárkvøldið visti at siga frá einari familju, ið fann partar av kempuni hjá dóttrini, tá tey vitjaðu staðið, har hon varð dripin á Utøya 22. juli.

Tá familjan í august vitjaði Utøya, fylgdi Kripos (norska kriminalløgreglan) teimum til sonevnda pumpuhúsið (myndin), har dótturin sama við fleiri øðrum ungdómum varð mynd av Anders Behring Breivik.

- Tað fyrsta tey síggja beint niðan fyri pumpuhúsið er okkurt hvítt, sum skyggir móti teimum. Pápin roynir at skugga fyri, so tey bæði systkinini ikki skulu síggja hvat tað er, men ov seint. Tey hava longu sæð hetta, sum vísir seg at vera partur av einum kjálkabeini við tonnum í, sigur sakførarin hjá familjuni, Christian Lundin, við TV2.

Lundin váttar fyri VG Nett, at DNA-royndir hava prógvað, at leivdirnar eru av dóttrini.

- Tey tóku myndir og skrivaðu nágreiniliga frágreiðing um tað, tey høvdu upplivað. Alt varð síðani latið løgregluni, sum umvegis DNA-roynd váttaði, at talan var um kjálkabeinið á dóttrini, sigur Christian Lundin við VG Nett.

- Familjan skilir ikki, hvussu hetta kundi henda, og tað hevur ávirkað tey almikið. Eingin kann seta seg inn í tað, tey hava upplivað, og hetta hevur verið ein ræðulig tíð, sigur Christian Lundin.

Sakførarin undirstrikar, at familjan ikki vil brigsla løgregluni, at hon ikki fann kjálkabeinspartin og beindi hann burtur.

- Tað er ógvuliga harmiligt, men eisini nakað, vit ræddust fyri kundi henda, og tað er eisini hent. Tað er eisini ótrúliga óheppið, at tað var familjan hjá tí deyðu, sum fann leivdirnar, segði løgregluadvokaturin Pål Hjort Kraby við TV2, skrivar VG Nett.