Funnir sekir í neyðtøku

Tveir ungir menn úr Napoli máttu bøta hart fyri at hava samlegu við eina unga norska gentu móti hennara vilja. Teir vórðu dømdir fyri neyðtøku, sum fór fram á Hotel Føroyum annan august í ár

Tveir ungir italiumenn skulu ávikavist eitt ár og tríggjar mánar, og eitt ár í fongsul fyri neyðtøku. Tað gjørdi Føroya rættur av í dag. Menninir hava biðið um tíð at umhugsa dómin.
Sanna máttu báðir unglingarnir, at ...... »Tað bøtir tú fyri í ár so mong, ið bert var ein stokkut gleði.«
Umframt longu fongsulsrevsingarnar skulu menniri gjalda gentuni 50.000,- krónur í endurgjaldi innan tvær vikur. Eisini vórðu teir vístir úr Føroyum í ávikavist tíggju ár og fimm ár. Harumframt kemur so sakarmálskostnaðurin, ið teir eisini eru dømdir at gjalda. Og tann upphæddin kann lættliga gerast tað dupulta av endurgjaldsupphæddini til gentuna. Alt eftir, hvat rætturin roknar sum sakarmálskostnað.
Til dømis hevur Føroya Rættur undir sakarmálinum móti teimum báðum ungu monnunum nýtt simultantulk, sum kom úr Århus til endamálið. Eisini er unga gentan við fylgi flogin úr Noreg til Føroya við serflogfari í samband við rættarmálið. Um rætturin roknar hetta sum sakarmálskostnað, ella tað verður roknað sum vitnisútreiðslur, bar ikki greitt til at fáa at vita, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Menninir hava sitið varðhaldsfongslaðir í Føroyum síðan málið varð meldað, og teir vóru handtiknir tann 2. august. Verður úrslitið av umhugsan teirra, at teir taka við dóminum, verður hendan tíðin, teir hava sitið í geglinum, drigin frá tíðini, teir so skulu inn at sita. Eftir at rætturin hevði kunngjørt dómin, fóru teir aftur í varðhaldið at sita, meðan bíðað verður eftir, hvørja støðu teir taka.
Hendingin, teir báðir ialiumenninir vórðu dømdir fyri, fór fram á Hotel Føroyum tann 2. august, tá teir høvdu boðið eini 15 ára gamlari norskari gentu á eitt rúm á hotellinum. Gentan fylgdi sjálvboðin við teimum, kom greitt fram í vitnisfrágreiðingunum. Men tað, sum sagt varð um tað, ið síðan hendi inni á kamarinum, samsvaraði ikki í vitnisfrágeriðingunum hjá teimum trimum, segði dómarin.
Ungu menninir viðgingu at hava havt samlegu við gentuna. Men tað var ikki eftir teirra metan neyðtøka.
Hinvegin helt gentan uppá, at hon varð hildin í longri tíð, meðan menninir ikki færri enn fýra ferðir høvdu samlegu við hana.
Hetta uppáhald hennara varð stuðlað av »gynækologisku« kanningunum, sum gjørdar vórðu av gentuni.
Tær vístu heilt greitt tekin um ógvusliga samlegu, segði dómarin, Jørgen Petersen, tá hann las dómin upp. Skaði í undirlívinum stuðlaði undir frágreiðing hennara. Eisini varð blóð funnið á rúminum, ið samsvaraði við staðið, har gentan segði seg verða neyðtikna. Tað varð DNA kannað, og vísti hendan kanningin, at talan var um blóð frá gentuni.
Eisini segði hon seg hava klórað annan mannin í ryggin. Og merki á rygginum á manninum samsvaraði gjølla við tað, gentan greiddi frá, segði dómarin.
Í dóminum varð dentur lagdur á, at gentan, sum brotsverkið varð framt ímóti, var so ung. Hinvegin eru menninir ikki sektaðir fyrr.
Menninir sita nú í vaðrhaldinum i Havn og hugsa um, hvørt teir skulu kæra dómin fyri hægri rætt.
Um teir taka við dóminum, ella teir í hægri rætti verða dømdir at sita styttri ella longri, enn Føroya Rættur hevur gjørt av, er ikki vist, at teir verða sitandi í Føroyum.
Teir verða helst í fyrsta lagi fluttir til Danmarkar og kunnu síðan verða sendir til Italia at sita restina av dóminum.
Tað ber til sambært eini avtalu, Europaráðið hevur gjørt, at søkja um at sleppa at sita dóm í egnum heimlandi.