Samanlegging
Trý fólk eru í bygdarráðnum í Funningi. Tey eru Jytta Juul, Álvur Reyðberg og formaðurin, Jóan Petur Johannesen.
Sum skilst, eru tey rættiliga samd um, at Funnings kommuna neyvan verður partur av aðrari kommunu longu, 1. januar 2005.
- Nú er bert eitt hálvt ár eftir av hesum valskeiðnum, og eg haldi ikki, okkum nýtist at skunda okkum. Tí er ikki hugsandi, at nøkur fólkaatkvøða verður í Funningi um møguliga samanlegging fyri valið, sum stundar til.
Jóan Petur Johannesen, bygdarráðsformaður í Funningi, ásannar, at hann fyri 1-2 árum síðan var heitur fyri samanlegging, men nú so nógv er útliðið, heldur hann, at Funnings kommuna saktans kann bíða við hesi avgerð til eftir valið í heyst.
- Tá ið eg var heitur fyri samanlegging, vóru ikki øll í bygdarráðnum samd um hetta. Nú haldi eg ikki, tað er rætt at skunda eina avgerð um samanlegging ígjøgnum, sigur hann.
Velja Skálafjørðin
Jóan Petur ivast tó onga løtu í, hvønn veg Funnings kommuna velir at fara, tá ið tann tíðin kemur ? og um hon kemur.
- Vit hava tosað nokso nógv við Runavíkar kommunu, og eg ivist onga løtu í, at verður lagt saman við aðrari kommunu, velja vit Skálafjørðin fram um Sundalagið.
Bygdarráðsformaðurin vísir á, at Runavíkar kommuna hevur drúgvar royndir við teimum smáu bygdunum, sum eru partur av kommununi, og hann væntar ikki, at Funnings kommuna í eini møguligari samanlegging verður forsømd á nakran hátt.
- Vit hava mark við Skála kommunu, og vit hava mark við Elduvíkar kommunu, sum báðar hava gjørt av at leggja saman við Runavíkar kommunu.
Jóan Petur vísir á, at teinurin út á Skálafjørðin er nakað longri enn teinurin vesturum til Sundalagið.
- Men tað er slættur og beinur vegur inneftir Funningsfirði og úteftir Skálafjørðinum, so geografiskt passar hetta okkum væl.
Hann heldur, at tað tekur einar 10 minuttir longri tíð at koyra út á Skálafjørðin enn vestur um til Sundalagið.
Skúlasamstarv
Jóan Petur sigur, at sum er, hevur Funnings kommuna samstarv við Elduvíkar kommunu um bátahylin í Funningsfirði, har kommunurnar báðar bera kostnaðin og ágóðan av íløguni. Haraftrat eru børn í Funningi í dagrøkt í Funningsfirði.
Í Funningi búgva 81 fólk. Har er lítil og eingin fráflyting. Fyri 15-20 árum síðan var fólkatalið eini 110-115. Tey, sum eru farin burtur av, eru deyð av elli.
Barnaskúli er í bygdini; har ganga eini 8-9 børn. Framhaldsdeildini hevur verið í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, men nú skúlin har stóð fyri stórum íløgum, helt Funnings kommuna ikki, at nøkur meining var í at bera hesar útreiðslur saman við hinum kommununum, tí barnatalið í Funningi minkar alsamt.
Framhaldsdeildin hjá børnunum í Funningi verður tískil hereftir í Runavíkar skúla.
- Einir tveir næmingar gera skúlan lidnan á Oyrarbakka, og síðan byrja tey, sum fara úr barnaskúlanum í Funningi, í Runavíkar skúla. Higartil er ein næmingur byrjaður í Runavíkar skúla, og tað vísir seg at rigga væl, sigur Jóan Petur.
Hann vísir á, at ein onnur orsøk til, at Funnings kommuna hevur valt at samstarva við Runavíkar kommunu um skúlan, er henda:
- Kemur ein tvungin samanlegging uppá tal, hava vit við samstarvinum um skúlan eitt bein úteftir aftrat, sigur bygdarráðsformaðurin.
Ber væl til
Jóan Petur er tó sannførdur um, at tað ber væl til hjá kommunum at samstarva, hóast tær ikki er lagdar saman í eina kommunu.
Í hesum sambandi vísir hann á tað samstarv, sum er við Elduvíkar kommunu um bátahyl og dagrøkt og nú við Runavíkar kommunu um skúla og koyring.
- Sum vit hava skilt á nýggja landsstýrismanninum í almannamálum, Hans Paula Strøm, er neyvan væntandi, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita tey fyrstu árini.
Tí dugir Jóan Petur Johannesen, bygdarráðsformaður í Funningi, ikki at síggja, at nøkur orsøk er til at fremja eina samanlegging í skundi, nú bert hálvt ár er eftir til kommunuval.










