Italska sjóverjan hevur funnið 14 lík, sum róku á havinum millum Tunis og oynna Malta. Sjóverjan sigur, at talan er um afrikonsk flóttafólk, og at fleiri teirra vóru í bjargingarvesti, men bátur var eingin at síggja. Tey 14 líkini róku einar 50 fjórðingar frá italsku oynni Lampedusa, hagar norðurafrikanar í túsundatali eru komnir tey seinastu árini. Higartil í ár hevur italska sjóverjan tikið meiri enn 7.000 flóttafólk upp av sjónum, og umleið 1.600 eru sloppin til Italia uttan hjálp.
Tíðindi