Tíðliga seinnapartin í dag vendi løgreglan sær til Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag um, at ein maður, sum seinast var sæddur um 01 tíðina síðstu nátt, var saknaður.
Alt bjargingarfelagið møtti upp á løgreglustøðini á Tvøroyrii, har avtalað varð, hvussu leitingin eftir manninum skuldi skipast. Teir 30 menninir, sum eru í felagnum, møttu, og avtalað var, at teir í bólkum skuldu leita ymsastaðni, har hugsandi var, at maðurin kanska var at finna.
Portalurin hevur júst tosað við Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, og fyri løtu síðan fingu vit upplýst, at maðurin er funnin aftur.
- Vit funnu mannin í grundini í Trongisvági, har gamla stoypivirki var. Hann var kaldur, men eftir øllum at døma ikki í lívsvanda. Sjúkrabilur hevur verið eftir manninum, sum er fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús.
Portalurin hevur fingið upplýst, at maðurin, sum leitað hevur eftir nú seinnapartin, er 31 ára gamal.










