Leygarmorgunin fekk politiið í Suðuroynni boð um, at ein bilur á Tvøroyri var stolin. Bilurin hevði staðið omanfyri posthúsið á Tvøroyri.
Bilurin varð eftirlýstur í útvarpinum leygardagin, og so komu boð um, at bilurin stóð í Vági, og har stóð hann við lyklunum í og hevði ikki fingið nakran skaða.
Viðurskiftini eru so smá, at politiið heldur seg vita fyri heilt vist, hvørjir teir vóru, sum tóku bilin og fóru við honum til Vágs.
Teir fara at frætta frá politinum, men eigarin sleppur heldur ikki so.
Hann fær nevndiliga bót fyri at hava latið lyklarnar standa í bilinum