Í 1997 funnu vísindafólk beinagrindirnar av tveimum vaksnum fólkum og einum barni í Etiopia, og kanningar vísa nú, at beinagrindirnar eru millum 154.000 og 160.000 ára gamlar. Tær elstu beinagrindirnar av fólki, sum vóru funnar frammanundan, vóru umleið 50.000 ár yngri.
Vísindafólkini siga, at tær seinastu kanningarnar stuðla ástøðið um, at mannaættarinnar vøgga stóð í Afrika, samstundis sum kanningarnar avsanna gomlu gitingarnar um, at vit stava frá teimum duldarfullu neandertalunum.
Tað eru tó ikki øll vísindafólk, sum halda, at okkara elstu forfedrar livdu í Afrika. Hesi halda fast um, at vit stava frá neandertalunum í Evropa, sum høvdu sín uppruna fyri umleið 400.000 árum síðani, og sum doyðu út fyri 30.000 árum síðani.









