Funnið olju og gass

Norska oljufelagið Statoil kunngjørdi í gjár, at felagið hevur funnið eina nýggja oljuleið á Haltenbankanum og eina nýggja gassleið nærhendis Kvitbjørn-leiðini í Norðsjónum.

Tim Dodson, sum hevur ábyrgdina av leitingini hjá Statoil, sigur við Aftenbladet, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv olja og gass eru á teimum báðum leiðunum. Hann heldur kortini, at tað fer at løna seg at útvinna oljuna og gassið, men at leiðirnir møguliga skulu knýtast upp í aðrar leiðir, har framleiðsla longu er.

Statoil eigur 43,55 prosent av rættindunum til nýggju oljuleiðina á Haltenbankanum og 50 prosent av gassleiðini við Kvitbjørn-leiðina.