Funnið kolvetni í tunnum sandløgum

-Sjálvt um tað ikki vórðu funnin tjúkk kolvetnisberandi sandløg í Anne Marie brunnunum, gevur úrslitið okkum áræði at halda á við leitivirksemi á loyvinum sigur Faroe Petroleum í tíðindaskrivi í morgun. Byrjað varð at bora á Anne Marie leitimiðinum tann 23. juli 2010, góðar 105 fjórðingar í ein landsynning úr Akrabergi. Borað varð niður á 3.901 metra dýpi, íroknað eitt havdýpi uppá á 1.106 metrar. Komið varð niður á endaliga dýpið tann 25. oktober 2010. Kolvetni eru funnin í tunnum sandløgum, ið liggja spjætt í tjúkkum Paleoceniskum gosgrýti. Hetta eru sterk prógv um eina virkna kolvetnisskipan á økinum. Fleiri kanningar av úrslitinum vera nú gjørdar fyri at staðfesta nøgd og eginleikar av fundinum.

Norski boripallurin West Phoenix er í ferð við at rigga av, og fer væntandi av økinum ein av komandi døgunum. Í samtakinum eru Eni, ið er fyristøðufelag við 25%, OMV við 20%, Cieco við 12,5%, First Oil Expro við 5% og Faroe Petroleum (Føroya Kolvetni) við 12,5%.

Lagavulin

Byrjað varð at bora Lagavulin leitibrunnin (Faroe 10%) á Atlantsmótinum vestan fyri Hetlandsoyggjarnar fyrr í oktober mánaða. Chevron er fyristø?ufelag, og Stena Carron boriskipið, borar brunnin einar 230 kilometrar í ein landnyrðing úr Rosebank/Lochnagar fundinum, har Chevron eisini er fyristøðufelag. Í Lagavulin brunninum eru fleiri møguligar oljuberandi jarðgoymslur. Lagavulin leitibrunnurin, ið liggur á teigunum 217/10, 210/14 og 15, hevur møguligt kolvetnistilfeingi uppá meiri enn 500 mió tunnir. Sostatt er Lagavulin ein av teimum stórstu óboraðu strukturunum á Atlantsmótinum. Tað tekur væntandi 120 dagar at bora brunnin.

Sjálvt um tað ikki vórðu funnin tjúkk kolvetnisberandi sandløg í Anne Marie brunnunum, gevur úrslitið okkum áræði at halda á við leitivirksemi á loyvinum, sum vit hava havt saman við ENI í meiri enn 10 ár. Okkara borivirksemi heldur fram við Lagavulin boringini, og fleiri aðrir brunnar eru fastlagdir tey næstu tvey árini á okkara loyvisportifølju, sum telur yvir 40 loyvi, aftaná at felagið í síðstu viku fekk tillutað fýra nýggj leitiloyvi í 26. útbjó?ingarumfar í Bretlandi, sigur Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum.