Funnið – Horvið

Hevur tú mist eitt djór ella funnið eitt, ring til okkum, kanska kunnu vit hjálpa. Hetta er lýsing hjá Djóraverndarfelagnum

Ætlanin við einari tílíkari lýsing er at vera millumlið millum djór og eigara, soleiðis at eigarin fær sítt djór aftur, og djórið fær sín eigara aftur.

Djóraverndarfelagið skal hjálpa djórum í neyð, og hvat er meira neyðarsligt enn eitt heimleyst djór?

Enn vita øll ikki, at tað kann loysa seg, at boða okkum frá, um tey hava mist eitt djór ella funnið eitt. Men ímynda tykkum tað stóru gleði, tá tað er samsvar ímillum hesi bæði horvnu og funnu djórini? Tað hendir faktisk rættiliga ofta. Men eisini ofta ikki. Summi djór eru sporleyst forsvunnin, og onnur verða funnin uttan at nakar spyr eftir teimum, og tá royna vit at finna nýtt heim.

Onkuntíð spyrja fólk eftir djórinum hjá sær, ganga ør og leita, samstundis sum onkur annar ringir og sigur: “Tú, her gongur ein hundur, hann sær ikki út til at vita, hvat hann skal, hann gekk eisini her ímorgun.” “Hav hann hjá tær, fólk leita eftir honum, tey eru á veg.”

Seinasta sólskinssøgan var um 17 ára gomlu, deyvu Barbie, ið var sloppin út, tí portrið stóð opið, hon var burtur í eina nátt. Hon var endað úti á Statoil á Viðarnesi, har oljubilarnir fylla tangan. Til alla lukku møtti hon tveimum fittum monnum, ið undraðust á, hví her gekk ein hundur einsamallur og mól. Teir vistu, hvar teir skuldu ringja, nevniliga Djóraverndarfelagið, tlf. 504533.

Nú skuldi ikki verið neyðugt at biðið fólk um ALTÍÐ at lata hundin hava hálsbandið á. Navnaskelti fæst m.a. hjá Valdemar Lutzen, kostar ikki eina formúu.

Øll djór eiga at vera merkt, antin chipsmerkt ella hava hálsband við navnið. Tað er tann lættasti mátin at fáa djórið heimaftur. Fyri ikki at siga einasti mátin, um tey enda hjá løgregluni.

Vit takka øllum hjartagóðum djóravinum, ið tíma at taka sær av burturkomnum djórum.