Funnið bandasavn

Amerikanska sjónvarpið CNN vil vera við, at tað hevur fingið fatur á einum sjónbandasavni, sum yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda nýtti til at útbúgva yvirgangsmenn.

Sambært CNN fekk ein av tíðindamonnunum bondini frá nøkrum afghanum, sum hava hjálpt CNN við tíðindum úr Afghanistan. Bondini eru 64 í tali, og sagt verður, at sjálvur Osama bin Laden hevur átt tey, og at hann er á fleiri av upptøkunum.
Sambært CNN vísir eitt av bondunum nakrar menn eitra tveir hundar við einum ella øðrum hvítum evni. Hetta hevur fingið amerikanskar serfrøðingar at siga, at al-Qaeda helst er komið longur við kemiskum vápnum, enn higartil hevur verið hildið.