Funky Faroe Islands - mentan til sølu

33 føroyingar eru í hesum døgum í London í sambandi við ráðstevnuna At Fóta Sær í London og tilhoyrandi PR tiltak Funky Faroe Islands, Sosialurin er við og fer komandi dagarnar at skriva frá ráðstevnuni, ið setur føroyska mentan til sølu.

Funky Faroe Islands
 

Føroyska ferðalagið í sambandi við ráðstevnuna At Fóta Sær í London, kom til London í gjárkvøldið. Her savnaðist ferðalagið við hinum føroysku luttakarunum, ið komu úr París, London, Keypmannahavn og Birmingham. Stórur partur av teimum 33 føroyingunum, ið luttaka á ráðstevnuni hittust í hølunum hjá Design Center Knightsbridge. Ferðalagið telur m.a umboð fyri Menningarstovuna, Norðurlandahúsið, Tutl, G!Festivalin, umboðsfólk fyri føroyskar tónleikabólkar, tónleikarar, sniðgevar og føroyskir fjølmiðlar.
Íslendska parið Magnus og Dagmar, ið eigur og rekur Design Center Knightsbridge bjóðaði gestunum vælkomnum,  og føroyski umboðsmaðurin í London Sigmundur Isfeldt, samskiparin  Annleyg Lamhauge av Menningarstovuni og íslendska Anna Hildur Hildibrandsdóttir, ið hevur skipað fyri tónleikaliga partinum av tiltakinum, søgdu nøkur orð.
Tað er Menningarstovan, sum saman við Norðurlandahúsinum og Sendistovu Føroya í London skipa fyri ráðstevnuni og PR-tiltakinum, sum í Onglandi verður marknaðarført undir heitinum Funky Faroe Islands.
Ráðstevnan er í Somerset House í London og vendir sær serliga til fólk, sum starvast innan tónleik, sniðgeving og listahandverk.
Í morgun fór ráðstevnan so veruliga í gongd. Í Sommerset House í London hittust føroysku luttakararnir til framløgur og pallborðsorðaskifti. Fyrrapartin var tað serliga sniðgeving, ið tiltakið snúði seg um. Millum annað greiddi stjórin fyri Bretska Móta Ráðið, Hilary Riva frá. Síðan var pallborðsorðaskifti við yvirskriftini Small Fish in a Big Pond.  Við pallborðið sótu Susan Backhouse, sniðgevi, ráðgevi, fyrilestrarhaldari og sjálvstøðugur mótaráðgevi, Melanie Winning, smyrsl listakvinna og stylistur, Sarah Musgrove strategiskur ráðgevi innan móta og lyklatalskvinna innan økið og stjórin fyri Bretska Móta Ráðið, Hilary Riva.
Á skránni fyri pallborðsfundin var m.a. hvussu sniðgevar kunnu bera seg at við at vinna fram á bretska marknaðinum, hvussu tú setur dagskránna innan mótaheimin og hvørji sereyðkenni føroyskir sniðgevar kunnu brúka.. Fundurin var tíanverri ikki liðugur tá blaðið fór til prentingar, og tí verður meira at lesa um hann í blaðnum í morgin.
Seinnapartin var tónleikur á skránni. Anna Hildur Hildibrandsdóttir, ið hevur havt ábyrgdina av marknaðarføring av Iceland Airwaves í London seinastu 4 árini, hevur sett skránna saman fyri hendan partin av ráðstevnuni. Her var pallborðsfundur við fólkið, ið arbeiða í tónleikaídnaðinum, m.ø. John Best umboðsmaður hjá íslenska superbólkinum Sigur Ros, Richard Laws tónleikaadvokatur, Susan Rush, stóri í ADA Music, ið er eitt útbreiðslufelag undir heimsrisanum Warnar, Nick Robins úr plátufelagnum BMI og Sam Winwood varastjóri fyri altjóða A&R hjá útgávufelagnum Kobalt Music Publishing.
Her varð m.a. tosað um hvussu tú best fær vakt áhugan hjá teimum, ið kunnu geva tær ein sáttmála, hvussu tú kanst koma víðari og hvørja orku tú skalt brúka. Eisini vera ymisku sløgini av plátufeløgum umrødd.
Síðan fingu føroyskir tónleikaumboðsmenn møguleika fyri  at spæla tónleikin, ið teir umboða fyri einum pallborði við Tastemakers,  Stephen Bass A&R hjá Island Records og viðstovnari av plátufelagnum Moshi Moshi Records, ein A&R maður hjá Parlophone, Chris Salmon freelance blaðmaður á Guardian umframt onnur.
Millum 30 og 60 sekund vórðu spæld av hvørjum lagi, og síðan viðmerktið pallborðið um løgini. Vanliga fáa plátufeløg stórar mongdir av demoum, og vanliga fáa hesar ikki nógv meira enn 30-60 sekund, at gera plátufeløgini áhugaði. Henda sama møguleika  fáa tey føroysku løgini.Mikudagin verður stór framløga av føroyskum sniðum og tónleiki fyri bretskum fjølmiðlum, mótaídnaðinum, tónleikafyriskiparum og plátufeløgum. Her verður nógv fólk við røttum sambondum, og tey sleppa at uppliva nakað av tí besta, ið føroyingar eiga. Sniðgevarnir Barbara í Gongini, Elisa Heinesen, Guðrun&Guðrun og Jóhanna av Steinum sýna fram teirra nýggjastu kreatiónir, Eivør og Teitur framføra og Faroe Seafood borðreiðir við onkrum til góman. Sosialurin er við á allari ráðstevnuni og ber tykkum tíðin