Fundurin verður í dag

Á fótbóltsfundinum skal eitt nú tosast um at leingja landskappingina og at lækka um talið á steypadystum

Klokkan tíggju fyrrapartin í dag hevur Fótbóltssambandið stevnt umboðum fyri fótbóltsfeløgini til fundar í FSF húsinum. Á skránni er eftirmeting av farna kappingarári og umrøða av ætlanum fyri árið, sum stendur fyri framman. Fundurin er skipaður við framløgum, bólkaarbeiðum og plenum, har niðurstøður verða gjørdar. Ætlanin er, at fundurin skal verða liðugur klokkan 15.45.
Tað er nógv á skránni, og tískil er ikki serliga rúm tíð sett av til ymsu málini og spurningarnar. Umframt heildar eftirmetingina av farna árinum, eru tvey ítøkilig mál, sum hava við síðsta kappingarár og framtíðina at gera, sett á skránna. Annað er spurningurin um, hvussu smádreingjadeildin skal avgreiðast. NSÍ hevur sett málið á skránna. Tá ið deildin varð avgjørd fyrr í heyst vóru teir í NSÍ ikki samdir við FSF í, hvussu stigini vórðu roknað og harvið heiðursmerkini latin.
Hitt málið snýr seg um, hvussu unglingadeildin skal skipast í framtíðini. Tað er FSF nevndarlimurin Magnus á Stongum, sum síðsta kappingarár var venjari hjá EB/Streyma unglingunum, ið hevur ynskt málið á skránna.
Ein annar spurningur, sum hevur verið frammi í farna ári, og sum nú verður tikin fram, er nýtsla av sjónvarpsupptøkum sum prógv í sambandi við kærumál.
Dómaranevndin hevur sítt, og útbúgvingarnevndin hevur sítt á skránni. Kunnað verður eisini um verkætlanir, sum tað verður arbeitt við í FSF. Hesar snúgva seg um talentmenningina, fótbóltshøllina og sparkivallir, sum tað verður sagt í skránni.
Tosast skal eisini um stuðul og harvið nýtt navn til 1. deild og um beinleiðis sjónvarping av dystum. Síðsta málið á skránni er kunning um kappingina og leikdagar í 2005. Hesin spurningurin varð umrøddur í týsdagsblaðnum.