Fundurin verður á Brandskúlanum

.

Herfyri skrivaðu vit, at fundur um Brandskúlan og ALV skúlan verður á ALV skúlanum 6. mars. Hetta er ikki heilt rætt, tí fundurin verður hildin á Brandskúlanum tann 6. mars klokkan 10.

Tað er Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík, ið hevur kallað inn til fundar. Orsøkin er kjakið um ALV skúlan og Brandskúlan, hvørt báðir skulu vera á sama stað við Áir og hvør skal víkja, um talan verður um tað.

Málið tykist trupult og fløkt og tí hevur Jógvan Mørkøre kallað inn til fundin.Fundarboð eru send Yvirfriðingarnevndini, Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, Arbeiðseftirlitinum, ALV skúlanum, Føroya Brandskúla, Umhvørvisnevndini íSundalagnum, Almanna- og Heilsumálastýrinum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Øssur av Steinum á ALV skúlanum visti hósdagin at siga blaðnum, at sera nógvur roykur framvegis merkist hjá teimum, tá Brandskúlin skipar fyri venjingum. Hann sigur, at Arbeiðseftirlitið hevur kannað málið, men at har hava tey avgjørt, at støða verður eingin tikin, fyrr enn eftir fundin tann 6. mars.