MAKRELUR
Støðan í makrelmálinum er ikki sørt undarlig.
Longu tíðliga í summar hevði landsstyrismaðurin, Jacob Vestergaard, ætlanir um at áseta Føroyum eginkvotu av makreli fyri 2010. Orsøkin til hesa støðu landsstýrismansins var, at hini londini, sum hava verið partur av strandalandaavtaluni um makrel, Noreg og ES, ikki vilja tilluta Føroyum meiri enn sløk 5% av samlaðu makrelkvotuni, meðan Noreg og ES sjálvi vilja kanna sær restina av heildarkvotuni, sum í 2009 var heili 570.000 tons.
Bæði politiska skipanin og uppisjóvarvinnan í Føroyum eru samd um, at føroyski parturin er alt ov lítil, og útspælið hjá landsstýrismanninum til samráðingarnar fyri 2010, var, at Føroyar í minsta lagi skuldu hava 15% av kvotuni.
Annars verður eingin avtala.
Men hetta vilja hvørki Noreg ella ES hoyra talan um, og tey vilja ikki hoyra talan um ein størri føroyskan part av kvotuni yvirhøvur.
Makrelur hevur broytt sítt ferðingarmynstur, soleiðis at hann í nógv størri mun enn áður ferðast í føroyskum og íslendskum sjógvi í summarmánaðunum.
Í summar hevur Havstovan so eisini – og fyri fyrstu ferð nakrantíð - fingið endaliga staðfest, at fiskurin gýtir allastaðni kring um í føroyskum sjógvi.
Tað undarliga við støðuni er, at meðan flestu føroysku uppisjóvarskipini liggja og hava ligið leingi, er tað júst Felagið Nótaskip, sum mælir landsstýrismanninum til at royna politiska samráðingarleistin fram um at áseta eginkvotu, sum hann leingi hevur ætlað sær at gera.
At tað júst eru feløgini, sum eiga uppisjóvarskipini, ið ganga á odda at halda landsstýrismanninum aftur, samstundis sum dýru vinnutólini, sum hesi feløg eiga, liggja bundin við bryggju, tykist mongum løgið.
Men tað hevur so sínar orsøkir, sum Felagið Nótaskip áður hevur víst á.
Væntaður fundur
Mett hevur verið, at tað serliga er um summarið, at nógvur makrelur kann veiðast í føroyskum sjógvi.
Men summarið gongur, og enn er eingin loysn fingin á trætuni millum Føroyar, Noreg og ES um makrelveiðina fyri 2010.
Eftir at samráðingarnar um strandalandaavtalu slitnaðu í London fyri fáum vikum síðan, hevur landsstýrismaðurin havt fundir við íslendska og norska fiskimálaráðharran.
Tað var uttanlandsnevndin hjá løgtinginum, sum mælti landsstýrismanninum til at royna politisku samráðingarleiðina, áðrenn nøkur endalig avgerð um áseting av eginkvotu fyri 2010 verður tikin.
Felagið Nótaskip hevur sum nevnt eisini mælt til hesa leið og leist, men eitt slíkt samráðingarumfar kann taka tíð, og serliga kann tað taka tíð at fáa í lag fund við fiskiveiðimyndugleikarnar í ES.
Í morgun, tá Sosialurin hitti landsstýrismannin í fiskivinnumálum, visti Jacob Vestergaard at siga, at ætlaði fundurin við fiskivinnukommiserin í ES helst verður hin 12. juli í Brússel.
- Leypandi samskifti hevur verið millum umsitingina í Føroyum og Brússel og tað, sum nú liggur í kortunum, er, at ætlaði fundurin verður 12. juli, sigur landsstýrismaðurin.
Fáur væntar, at nakað ítøkiligt fer at spyrjast burtur úr hesum politiska samráðingarumfari um makrelin, men tá umfarið er liðugt, hevur Jacob Vestergaard gjørt tað, sum uttanlandsnevndin hevur heitt á hann um at gera.