RÍKISFUNDUR
Jón Brian Hvidtfeldt
Anfinn Kallsberg er týskvøldið vertur fyri ríkisfundinum við Anders Fogh Rasmussen og Jonathan Motzfeldt. Fundurin verður hildin í bygninginum hjá Skipaeftirlitinum í Vágum. Síðan síðsta ríkisfund, sum varð hildin í Grønlandi síðsta summar, hevur val verið bæði í Danmark og Føroyum. Í Danmark eitur leiðarin nú Fogh Rasmussen og ikki Nyrup Rasmussen, men í Føroyum eitur hann framvegis Kallsberg. Tó er politiska grundarlagið undir samgonguni broytt, og samgongan stýrir eftir einum nýggjum samgonguskjali.
- Ríkisfundirnir eru ætlaðir sum ein kunning millum ymsu partarnar í ríkinum, bæði hvat viðvíkur búskaparligu og politisku viðurskiftunum, og tí fari eg millum annað at kunna danska forsætisráðharran um politikkin hjá nýggja landsstýrinum, eisini sjálvstýrispolitikkin, sigur Anfinn Kallsberg. Hann vísir í hesum sambandi á, at fyrr í summar kom út eitt álit um framtíðar sjálvstýrispolitikkin hjá Grønlandi, og tað kemur helst upp at venda í sama viðfangi.
Stuttir fundir
Bara hálvur triði tími er settur av til ríkisfundin týskvøldið, og tí verða ikki stundir til at viðgera øll mál, sigur Anfinn Kallsberg. Men tó verða nøkur høvðuspunkt at tosa um, sum embætisverkini í teimum trimum pørtunum í ríkinum síðan skulu arbeiða víðari við. Mikumorgunin hevur løgmaður tveir stuttar, uppfylgjandi fundir, ávíkavist við Fogh og Motzfeldt.
- Hóast vit ikki hava góðar stundir til at tosa øll mál ígjøgnum, so meti eg, at ríkisfundirnir hava stóran týdning, tí her hava vit møguleika at tosa saman um yvirordnaðan politikk og stinga nøkur mál út í kortið, sum vit skulu arbeiða víðari við, sigur Anfinn Kallsberg.
Meðan Anders Fogh Rasmussen fer av landinum aftur longu fyrrapartin mikudagin, so steðgar Jonathan Motzfeldt til Útnorðurfundin millum Føroyar, Grønland og Ísland, sum verður mikukvøldið. Mikudagin kemur íslendski forsætisráðharrin David Oddsson til Føroya.
Anfinn Kallsberg metir, at leisturin við at halda ein ríkisfund á hvørjum ári er sera góður. Í fjør hittust leiðararnir í teimum trimum pørtunum í ríkinum í Grønlandi, og næsta ár verður ríkisfundurin í Danmark.









