Fundur um íverksetan

Íverksetan fær alsamt størri týdning í krepputíðum. Júst tá snýr tað seg um at skapa fortreytir, sum kunnu seta ferð á nýhugsan og íverksetan.

Tí skipar Íverksetarahúsið fyri almennum fundi um nýhugsan og íverksetan fyri øllum áhugaðum.

Fundurin verður í Klaksvík mánakvøldið 15. desember í nýggju snotisligu Eik hølunum á Bøgøtu.

 

Skráin verður:

 

Kvøldið byrjar kl. 19.45 til fólkatónarnar hjá Hanusi G. Johansen.

 

Hilmar Sam Lamhauge bjóðar vælkomin og presenterar nýggja Eik Banka í Klaksvík.

 

Annika Steintórsóttir fer at greiða frá virksemi og úrslitum hjá Íverksetarahúsinum higartil.

 

Kitty May Ellefsen kemur harnæst at tosa um at vilja og tora ? eisini út frá egnum royndum.

 

Eftir ein kaffisteðg við fleiri kendum tónum frá Hanusi, kemur stjórin í Íverksetarahúsinum, Rani Nolsøe, í sínum uppleggi at vísa, hvussu vegurin frá byrjan til vøkstur og menning kann fyrireikast og hvussu avbjóðingarnar kunnu taklast.

 

Fundurin endar umleið kl 21.30.