Fundur um útbúgvingarstuðul

Pallborðsfundur og kjak um kor teirra lesandi í Føroyum verður hóskvøldið 5. mars kl. 19.30

Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, leggur hósdagin 5. mars uppskot fyri Løgtingið um nýggja útbúgvingarstuðulsskipan. Í hesum sambandi verður pallborðsfundur í Útvarpshøllini.

Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum setti í vár ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um nýggja útbúgvingarstuðulsskipan. Bólkurin handaði landsstýrismanninum álit í desember 1997. MFS og LFÚ hava mett um uppskotið, og hava í felag gjørt eitt annað uppskot til útbúgvingarstuðulsskipan. Við pallborðið eru arbeiðsbólkurin, MFS og LFÚ.

Sosialistiskt Ungmannafelag, Ungmannafelagið Samband og Unga Sjálvstýrið skipa fyri fundinum, har kjakast verður um útbúgvingarstuðul og kor teirra lesandi sum heild.

Fundurin er almennur.

Harumframt hava landsstýrismaðurin og løgtingspolitikarar fingið innbjóðing.

Við vón um góða undirtøku!


Tórshavn 4. mars 1998


Sosialistiskt Ungmannafelag, Ungmannafelagið Samband og Unga Sjálvstýrið