Sosialurin skrivaði í gjár, at Heilsufrøðiliga Starvsstova hevur hótt Tórshavnar kommunu við at steingja sølutorgið í Vágsbotni, um greiða ikki fæst á, hvør hevur ábyrgdina av søluni
Mortan Johannesen, sum javnan selur fisk í Vágsbotni, vil gera sítt til at forða, at sølutorgið verður stongt.
- Eg havi biðið um fund við Heilsufrøðiligu Starvsstovu og við kommununa um málið, og fundurin verður í næstu viku, sigur Mortan Johannesen.
Hann dugir ikki at síggja, hvør trupulleikin er, tí øll, sum selja í Vágsbotni, leggja dent á bara at selja fyrsta floks vøru.










