Laksur
Týsdagin var fundur í Brússell millum føroysk vinnulívsfólk og umboð fyri myndugleikarnar øðrumegin og leiðandi umboð fyri embætisfólk í ES hinumegin.
Endamálið við fundinum er at forða fyri, at ES leggur revsitoll á laks, sum millum annað verður innfluttur úr Føroyum.
Talan er um eitt bráfeingistiltak, sum skal virka í 200 dagar, meðan ES kannar ákærur um dumping av laksi til ES-marknaðin.
Tað, sum føroysku umboðini vilja við ferðini og fundinum, er at royna at forða fyri, at revsitiltøk
yvirhøvur vera sett í verk móti innflutta laksinum.
Føroysku umboðini fara at føra fram, at revsitiltøkini eru í stríð við ásetingarnar um frían handil í altjóða WTO-sáttmálanum, siga keldur, sum Útvarpið hevur tosað við.
Ikki vist
ES-nevndin fer hósdagin saman við limalondunum í ES at viðgera, hvørja støðu ES skal taka í laksamálinum.
Føroyski ES-umboðsmaðurin í Brúsell, Hákun Djurhuus, segði við Útvarpið týsmorgunin, at tað kortini ikki er vist, at ES fer at taka endaligu avgerðina longu hósdagin.
Føroysku umboðini, sum fóru á fund við ES, vóru Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni, Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum og føroyski ES-umboðsmaðurin í Brússell, Hákun Djurhuus.
Sosialurin hevur skilt, at formaðurin í Havbúnaðarfelagnum, Atli Gregersen og Hans Jakku Mikkelsen, sum starvast í Vinnuhúsinum fyri Havbúnaðarfelagið, eisini eru við í føroyska ferðalagnum í Brússell.
Vit royndu fyrrapartin í gjár at fáa fatur á Hákuni Djurhuus og Herlufi Sigvaldsson, men tað eydnaðist tíverri ikki.
Á Sendistovu Føroya í Brússell vildu tey einki siga, fyrr enn Hákun Djurhuus og hansara menn vóru komnir aftur av fundinum við ES-umboðini.
Vit royndu eisini at fáa fatur á løgmanni, Jóannesi Ejdesgaard, sum var á fundi við umboð fyri føroysku laksavinnuna í síðstu viku, men hann var á tingfundi.










