Havnar Framburðsfelag skipar mikukvøldið fyri fundi, har nýskipanin innan fiskivinnuna verður viðgjørt.
Mikukvøldið 7. mai 2014 klokkan 19 verður almennur fundur á Landsbókasavninum um at nýskipa fiskivinnuna, sum Havnar Framburðsfelag, Valfelag Fólkafloksins í Havn, skipar fyri.
Portal.fo streamar beinleiðis frá fundinum.
Jógvan Poulsen, formaður í felagnum, sigur: “Vit ynskja ein upplýsandi fund og positivt kjak, har nýggir tankar um at nýskipa fiskivinnuna kunnu koma fram. Størst møgulig virðisøking í Føroyum má vera eitt aðalmál. Í staðin fyri bert at hugsa um hvussu køkan skal býtast, so mugu vit miða eftir at vaksa køkuna mest møguligt”
Røðarar á fundinum verða:
- Bjarni Arnason, serfrøðingur í búskaparviðurskiftum hjá fiskivinnuni
- Christian Andreasen, advokatur
- Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri
- Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri
Bjarni Arnason, stjóri í Grannskoðanarvirkinum NUMO er serfrøðingur í búskaparviðurskiftum hjá fiskivinnuni. Fíggjar- og hagtalsgreiningar av fiskivinnuni hevur hann gjørt síðan 2003, umframt at kanna viðurskiftini hjá fiskivinnuni í grannalondunum.
Eftir framløgurnar verður kjak.