Fundur um norðoyastevnu

NFÍ kallar nú frítíðarfeløgini í Klaksvík saman til fund um norðoyastevnu

 

Klaksvík: Týsdagin fer NFÍ at skipa fyri fundi um norðoyastevnuna. NFÍ stendur fyri norðoyastevnuskránni og samskipar øll tiltøkini á stevnuni.

? Hetta er ein árligur fundur, har vit fara at tosa um teir ymsu møguleikarnar við norðoyastevnuni, og hvørji tiltøk feløgini kundu hugsa sær at havt, sigur Jan Gardar, sum er formaður í NFÍ.

Øll feløgini, sum ætla sær at verða við á norðoyastevnu, verða kalla saman til fundin, sum verður í býráðshøllini í Klaksvík. Fundurin verður týsdagin klokkan 19.00.

Norðoyastevna verður vikuskiftið 8. til 10. juni.