Lunnar verða nú lagdir undir eitt nýtt føroyskt Heimsatlas, og í tí sambandi er fundur í Miðlahúsinum í kvøld kl. 19.30, har fólk kunnu geva sína mining til kennar. Trý innlegg verða við ávikavist Niels Petersen, stjóra í Føroya Skúlabókagrunni, sum stendur fyri útgávuni at Heimsatlas, Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku Málnevndini og Jonhard Mikkelsen, stjóra í forlagnum Sprotin.
Eisini verður eitt pallborðskjak, har luttakararnir verða Ernst Olsen, seinasti føroyingurin, ið starvaðist í Føroyingahavnini, Uni Arge, journalistur og fólka- og miðnámslærararnir, Rúni Bjarkhamar og Sámal Matras Kristiansen.
Eitt av endamálunum við fudinum í kvøld er, at almenningurin fær høvi at siga sína meining um verandi Heimsatlas, og ikki minst at koma við hugskotum til nýggju útgávuna, sigur Birgir Kruse, sum verður redaktørur á Heimsatlas.
Fundurin verður í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19.30, og fyriskipararnir bjóða ókeypis kaffi.