Fundur um nýggjan musikkskúla

Hvar bleiv av nýggja musikkskúlanum í Havn?

Tað er ein spurningur, sum verður settur á einum tiltaki klokkan 19.30 í kvøld, nú mentanarnátt er í Havn. Tiltakið verður í hølunum, har Kjallarin áður helt til á Áarvegnum.

- Aðalmálið er at vita, hvar nýggi musikkskúlin í Havn bleiv av, siga fyrireikararnir.

Lagt verður aftrat, at musikkskúlin í dag heldur til í tveimum hølum - á Frúutrøð og í Skansastovu.

- Hølini eru ikki góð og langt frá nøktandi. Við tí virksemi, sum musikkskúlin hevur, er alneyðugt at fáa nýggjan bygning at húsast í. Næmingar og lærarar hava sum nú er ikki tíðarhóskandi umstøður at arbeiða í. Hóast hetta er musikkskúlin sera virkin og hevur nógv góð úrslit at vísa á.

Sagt verður, at fyri seinasta býráðsval varð ført fram, at nýggjur musikkskúli skuldi byggjast alt fyri eitt. Nú setan er um at vera av, er eingin nýggjur musikkskúli at hóma.

- Tí verður fundur nú skipaður við borgarstjóra og býráðsumboðum fyri at fáa greiðu á, hvar nýggi musikkskúlin bleiv av.

Fyrireikararnir siga, at fundurin er ætlaður øllum teimum, sum varða av, brúka og annars eru áhugaði í musikkskúlanum.

Við pallborðið, sita Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Annfinn Brekkstein og Sjúrður Olsen

Orðstýrari verður Kristianna Winther Poulsen.