Gilli Trónd, geografur, fer mánakvøldið at halda fyrilestur um flogvallarmøguleikar, og aftan á verður tað orðaskifti á Svangaskarði Fyri fáum døgum síðani avgjørdi ein meiriluti á Føroya Løgtingi at heita á landsstýrismannin í flogvallarmálum, um at taka stig til eina verklagslóg um nýggjan altjóða flogvøll. Sjálvt um uppskotsstillararnir við vilja ongan lokalitet nevndu í uppskotinum, so verður tað eyðvitað soleiðis, at óført fer at verða gitt um, hvør frægasti møguleikin í so máta er í føroyska brattlendinum.
Tjóðveldi og Miðflokkurin í Eysturoy hava tikið stig til almennan fund um málið, og táið nógv umrøddi møguleikin ígjøgnum áratíggir, Skorðhæddin, er skvisað út úr kjakinum frá landsstýrisins síðu, hava flokkarnir heitt á Gilla Trónd, býarfrøðing frá Erasmus Universitetinum í Rotterdam og landafrøðing frá Keypmannahavnar Universiteti, um at siga sína hugsan um hesi viðurskifti í einum fyrilestri, sum ber heitið: ?Er Skorðhæddin ein møguleiki?? Stívliga 40.000 fólk búgva innan fyri ein radius á 25 km frá Skorðhæddini. Harvið er hendan plaseringin miðjan í kraftsentri Føroya, bæði á ein og annan hátt.
Eftir fyrilesturin verður orðaskifti, sum fer at taka støði í metingunum hjá Gilla Trónd. Poul Michelsen, løgtingsmaður og fyrrverandi borgmeistari í Tórshavn, Bill Justinussen, løgtingsmaður, Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og Kitty-May Ellefsen, nevndarformaður í Pf. Vága Floghavn sita við pallborðið. Niclas Davidsen verður orðstýrari og orðið verður eisini frítt á fundinum.
Fundurin verður hildin á Svangaskarði mánakvøldið 10. desember kl. 20.00.