Fundur um lemmatrolararnar

Manningarfeløgini og manningarnar á lemmatrolarunum í Suðuroy fara í vikuni at tosa um ta truplu støðuna Seks av níggju djúpvatnstrolarum í Suðuroy liggja, og málið um oljuna í sáttmálnum er ein spurningur, sum kanska verður tikið upp, tá partarnir hittast hósdagin.

-Allir møguleikar eru opnir, og eingin niðurstøða er gjørd, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, við Kringvarpið. Hann ger tó greitt, at einki verður gjørt ímóti viljanum hjá manningunum.

Djúpvatnstrolararnir, sum liggja í Suðuroy, eru Sunbeam og Beinisvørð í Vági, Niels Pauli í Hvalba og Rankin, Phoenix og Rasmus Effersøe á Tvøroyri. Suðringur, Steintór og Sjaðaklettur eru úti.