Sandoyar Sýslu Vinnuráð skipar fyri almennum fundi um økismenning mikukvøldið 21. mars kl. 19.00 á Virkinum á Sandi, har umboð fyri politisku flokkarnar luttaka.
Fundurin verður skipaður á hendan hátt:
1. Eitt umboð fyri hvønn politiskan flokk fær høvi at svara spurningum, sum eru settir frammanundan. Umboðini fáa í mesta lagi 10 min. í part.
2. Sakkønir frá Granskingardeplinum fyri økismenning í Klakksvík, seta umboðunum fyri politisku flokkunum spurningar.
3. Umboðini fyri politisku flokkarnir svara spurningum frá teimum sakkønu.
4. Fundarsalurin fær høvi at seta umboðunum fyri politisku flokkunum spurningar.
Politisku flokkarnir verða umboðaðir soleiðis:
Fólkaflokkurin - Eyðun M. Viderø
Sambandsflokkurin -
Javnaðarflokkurin - Jóannes Eidesgaard
Sjálvstýrisflokkurin - Sámal Petur í Grund
Tjóðveldisflokkurin - Páll á Reynatúgvu
Miðflokkurin - Jenis av Rana
Teir sakkønu frá Granskingardeplinum fyri Økismenning verða:
Ólavur Waag Høgnesen
Bjarni Mortensen
Fundarstjóri verður Hilmar Jan Hansen, útvarpsmaður