Fundur um fornminni í Føroyum

Í døgunum 7. til 10. juni hevur Skandinavisk Museumsforbund ráðstevnu í Føroyum.

Skandinavisk Museumsforbund, stovnað í 1915, er elsta norðurlendska felagið við samstarvi millum Norðurlond.

Skandinavisk Museumsforbund er felag fyri faklig starvsfólk við søvn í Norðurlondum, ið hava almennar framsýningar.

Felagið hevur regluliga fundir og ráðstevnur við tvey?trý ára millumbilum, og í ár er tað, fyri aðru ferð, okkara lutur í Føroyum at skipa fyri hesum. Fyrru ferð, tað var í Føroyum, var í 1993.

Í 2008 vóru fundur og ráðstevna á Svalbard, og í 2013 er ætlanin, at tað verður í Grønlandi, fyri fyrstu ferð.

Fundur og ráðstevnan:

Mánadagin 7. juni

Byrjað verður mánadagin, har tey úr útlondum, sum eru komin fyrr um dagin, við einum gongutúri fáa upplýsingar um ta gomlu Havnina.

Um kvøldið verða so øll savnað á Náttúrugripasavninum.

Týsdagin 8. juni

Týsdagin verður so Norðurlandahúsið karmurin, har tað fyrst verður fundur í felagnum og síðani ráðstevna út á seinnapartin

Ráðstevnan verður undir heitinum ?Samarbeiði millum søvn?, og verða fyrilestrarhaldarar úr øllum Norðurlondum.

Fyrilestrar:

Úr Finnlandi: Li Näse: Hur ett litet museums kontaktnät byggs upp i nordisk kontra lokalt perspektiv.

Úr Grønlandi: Hans Lange: Det grønlandske museumslandskab anno 2010.

Úr Íslandi: Helga Vollertsen: Bevaring og formidling af den islandske kulturarv 2001-1010.

En kort oversigt.

Úr Noregi: Anders Haaland: Fiskeri-betydning for næring og samfunn, og relasjoner mellom Norge og andre nordiske land.

Úr Svøríki: Björn Varenius: At bygga broar mellan museer: Samarbete i stället för museiverk.

Úr Danmark: Orla Madsen: Museumsfusioner i Danmark ? set fra Sønderjylland.

Úr Føroyum: Lis Mortensen:Tværfaglig museumsfestival på Færøerne.

Aftaná ráðstevnuna verður vitjað á Føroya Fornminnissavni.

Mikudagin 9. juni

Mikudagin verður útferð gjørd til Suðuroyar, samstundis sum teir senastu fundirnir hjá felagnum verður hildnir umborð á Smyrli.

Um kvøldið verður so døgurði fyri øllum í Listaskálanum, har Føroya Landsstýri og føroyska deildin eru vertir.

Hósdagin 10. juni

Hósdagin 10 juni er fráfaringardagurin. Hjá teimum útlendingum, sum steðgað verður gjørd ein leys skrá.

Føroyska nevndin

Í tí føroysku nevndini eru í løtuni:

Helgi Michelsen, Dorete Bloch, Helgi Fossádal, Lis Mortensen og Jógvan Ravnsfjall

Stuðlar:

Stuðla fundinum og ráðstevnuni hava: Norðurlendski Mentanargrunnurin og Føroya Landsstýri.

Samskipari og tekning

Tað er GreenGate Incoming, ið samskipar tiltakið, og til ber at tekna seg til alt ella partar av tiltakinum við at venda sær til GreenGate Incoming.