POLITISKUR FUNDUR
Umframt løgtingsumboð floksins í Eysturoy, fer Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, at greiða frá um fiskivinnuna í Føroyum, og Egil Olsen, stjóri á Faroe Marine products fer at hava eitt innlegg um alternativar vinnumøguleikar. Eisini Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni verður við á fundinum. Hann fer at greða frá um útlitini hjá fiskivinnuni í framtíðini.
Í farnu viku bórust tíðindi um, at gróðurin á landgrunninum er dottin niður á sama botnstøði, sumhann var í 1990. Fiskivinnan er høvuðsgrundarlagið undir føroyska búskapinum, og tí kann hetta fáa stóra ávirkan á alt tað føroyska samfelagið.
Á heystfundi Sambandsfloksins, sum var 2. november, varð nógv gjørt burturúr, at útbúgvingar, sum kunnu takast í Føroyum, samsvara ikki við tey arbeiði, sum føroyingar kunnu velja eftir lokna útbúgving.
Hesi og onnur viðurskifti verða viðgjørd á fundinum á Svangaskarði mikukvøldið, og fyrireikararnir rokna við einum áhugaverdum og viðkomandi fundi.
Samhald hevur fyrr í heyst skipað fyri einum almennum fundi um yvirtøkuna av fólkakirkjuni, og var eisini við til at skipa fyri fundi um fíggjarlógaruppskotið fyri 2003. Ætlanin er seinni í vetur at hava fleiri fundir við ymiskum spennandi evnum, sum ætlandi verða hildnir ymsastaðni í Eysturoynni.