Í sambandi við at 20 ár eru liðin, síðani Epileptikarafelag Føroya varð stovnað, verður ein fyrilestur um epilepsi-viðgerðir, við neurologinum Bjarka á Rógvi-Hansen og heilivágsfyritøkuni Eisai Fundurin er serliga ætlaður sjúklingum, avvarðandi, starvsfólkum og øðrum, ið eru áhugað í epilepsi.
Fundurin verður á Hotel Hafnia hóskvøldið 14. mai kl. 19.30-21.30.
Skrá:
19.30-19.40: Umboð fyri Epileptikarafelag Føroya bjóðar vælkomin og hugleiðir um 20 ára søgu felagsins.
19.40-20.45: Fyrilestur við Bjarka á Rógvi-Hansen, yvirlækna á Ríkissjúkrahúsinum, undir heitinum ?Epilepsi ? tá heilivágurin ikki virkar?. Nomið verður m.a. við hesar spurningar:
? Hvussu ofta kemur hetta fyri?
? Hvat kann orsøkin vera?
? Kann sjúklingurin bara steðga viðgerðini?
? Hvat verður gjørt í slíkum føri?
Aðrir viðgerðarmøguleikar verða eisini umrødd¬ir, so sum skurðviðgerð, nýggjur heilivágur, nátúrheilivágur, kostviðgerð o.a.
STEÐGUR
Básur við tilfari til sjúklingar v/Jeanne Holby frá Eisai.
21.15-21.30: Høvi verður at seta spurningar.
21.30: Jeanne Holby frá Eisai tekur samanum.
Borðreitt verður við kaffi og køkum í steðginum.
Ttilmelding fer fram innan 13. mai kl. 12.00 hjá Randfríð Sørensen, Epileptikarafelagið, tlf. 263078 ella rs@inpact.fo