Tíðindaskriv
Mánakvøldið tann 24. mars 2003 kl. 19.30 skipar Brúkarasamtakið fyri almennum pallborðsfundi í Klingruni í Norðurlandahúsinum um evnið: Er brúk fyri nýggjari brúkaralóggávu og brúkarastovni í Føroyum?
Hvussu kunnu vit skipa brúkaravernd í Føroyum?
Høvuðsrøðari verður danski Brúkaraumboðsmaðurin Hagen Jørgensen. Hann fer at greiða frá, praktiska týdninginum av danskari brúkaralóggávu í nýggjari tíð, samanbera við norðurlendsk og altjóða viðurskifti og harumframt greiða frá sínum luti sum brúkaraumboðsmaður í Danmark.
Hereftir fáa umboð fyri brúkaran, vinnuna, landsstýrið og politisku flokkarnar á løgtingi høvi at framføra síni sjónarmið, um tey halda tað er brúk fyri nýggjari brúkaralóggávu og brúkarastovni í Føroyum, og um hvussu tey halda vit kunnu skipa brúkaravernd í Føroyum.
Skráin fyri pallborðsfundin verður hendan: 19.30 Fundurin verður settur, 19.45 Danski Brúkaraumboðsmaðurin Hagen Jørgensen heldur røðu, 20.30 Framløgur frá pallborði: Brúkarasamtakið, Vinnuhúsið, Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, 20.40 Steðgur. 20.55 Framhald við framløgum frá pallborði: umboð fyri teir 6 politisku flokkarnar á løgtingi, 21.15 Orðaskifti við pallborðsluttakararnar og brúkaraumboðsmannin, 22.00 Liðugt
? Fundurin er almennur, og vónandi verður undirtøkan stór, so brúkarar kunnu nýta hetta høvið at koma til orðanna og gera vart við støðu okkara og tey krøv, sum mugu setast fyri at bøta um viðurskiftini hjá brúkarum í Føroyum í dag. Tí hava eisini limirnir í Brúkarasamtakinum, allir tinglimir, umboð fyri vinnuna og fjølmiðlar fingið serstaka áheitan um at verða við, sigur Brúkarasamtakið í tíðindaskrivi.










