Mánadagin 10. desember klokkan 15.00 verður fundur millum fakfelagsumboðini í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu 10.
Arbeiðsloysisskipanin verður viðgjørd. Serliga er tað spurningurin um tíðin nú er komin til at hækka útgjaldsprosentið.
Av tí at ALS fyrstu árini ikki var væl fyri fíggjarliga, var ikki møguligt at broyta útgjaldsprosentið.
Fíggjarliga støðan hjá ALS er nú góð, og um árskiftið fer skipanin at hava eina eginogn áljóðandi umleið 380 milliónir krónur. Tí metir skipanin seg vera føra fyri at hækka útgjaldsprosentið.
-ib










