Evnið verður »Eldrapolitikkur«, og .á fundinum, sum er almennur, luttaka Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í heilsumálum, sum fer at tosa um eldrapolitikk sum heild, Sigrun Arnholdsson, umboð fyri Ellis- og Røktarheimið í Runavík og Ása Hanusson, umboð fyri Heimarøktina í Eysturoynni fara at tosa um støðuna nú, um framtíðarynski, sambýli o.a.
Tómas Tómasson og onnur umboð fyri Landsfelag Pensionistanna fara at siga frá um, hvussu tað er at vera pensionistur í 1999, og Ólavur Magnussen, bygdaráðsformaður í Nes Kommunu, fer at røða um støðuna í kommununi, hvørji útlitini eru og um framtíðarætlanir fyri Nes kommunu.
Høvið verður at seta spurningar og gera viðmerkingar til tað, sum umrøtt verður. Eisini verður kaffi og køkur at fáa.
Øll er vælkomin, sigur Kvinnufelagið á Toftum, sum skipar fyri fundinum.