Fundur í morgin um Búgvan

Kommunan og havnamyndugleikarnir í Runavík fara í morgin at viðgera málið um trolbátin Búgvan, sum antin sakk ella varð søktur út fyri Skipanes í seinastu viku

Trolbáturin Búgvin av Toftum liggur framvegis á havsins botni inni á Skálafjørðinum, men verður tað, sum Kongshavnar havnastýri vil, verður báturin tikin upp aftur.
Fundur um hetta verður í morgin, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík.
Fundurin verður millum havnamyndugleikarnar, kommununa, og møguliga verður politiið eisini við.
Politiið arbeiðir við málinum, tí illgruni er um, at báturin var søktur við vilja, og tað er starnfliga bannað.
Eigarin hevur sjálvur sagt, at báturin lak og tí sakk.
Súni í Hjøllum, formaður í Kongshavnar havnastýrið segði um vikuskiftið við Portalin, at uttan mun til um skipið sakk ella varð søkt, er hetta eitt álvarsmál fyri umhvørvið. Havnastýrið fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at Skálafjørðurin verður brúktur sum kirkjugarður fyri gomul skip, og tí er tað ett áfrávíkiligt krav frá havnastýrinum, at Búgvin verður tikin upp aftur fyri eigarans rokning.
Eigarin Jákup Adreas Hentze segði við Rás2 fríggjadagin, at hann sleipaði sjálvur bátin og ætlaði at sleipa hann heilt inn á Skálafjørð, har hann skuldi høggast upp, men av tí at veðrið var so ruskut, legði hann at á Skipanesi. Men haðani rak virkandi havnameistari hann burtur. Tá ið hann so fór frá landi aftur, sakk Búgvin.