Fundur millum tingformenn í Útnorði

Formenninir í tingunum í Útnorði, Josef Motzfeldt, formaður í Inatsisartut, Ásta R. Jóhannisdóttir, altingsformaður, og Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, høvdu leygardagin 21. august fund í Tasiilaq í Eysturgrønlandi.

Formenninir í Útnorði hava havt ein árligan fund síðan 2003, og skiftast teir um at vera vertir. Endamálið við fundunum er at kunna seg um støðuna í teimum 3 tingunum og at tosa um aktuell viðurskifti í teim trimum londunum. Næsti fundur verður hildin í Føroyum næsta ár.

Við tað, at fundurin varð hildin beint undan ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, varð eisini tosa um samarbeiðið í Útnorðurráðnum. Ráði mælti í 2008 til, at tey 3 londini ?markera? samstarvi í Útnorði við einum felags ?útnorðurdegi?. Dagurin verður hildin 1. ferð við eini felags frímerkjaframsýning í Tasiilaq. Josef Motzfeldt, formaður í Inatsisartut, letur framsýningina upp mánadagin 23. august.