Samgongan er á fundi í Tinganesi í morgun, har fiskivinnunýskipanaruppskotið er til viðgerðar – og harvið eisini lagnan hjá samgonguni.
Trupult er hjá løgmanni at telja upp í 17 at tryggja undirtøku fyri uppskotinum, sum liggur í vinnunevndini, tí at Kristin Michelsen og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum eru lopnir frá semjuni, sum var.
Í gjár kom eisini fram, at Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum eisini setir spurnartekin við ymiskt í uppskotinum.
Ein roynd at loysa trupulleikan var at senda boð eftir Miðflokkinum, men tann royndin tyktist ikki at eydnast. Tí verður roknað við, at Javnaðarflokkurin skal greiða sítt innanhýsisstríð, áðrenn samstarvsflokkarnir í Tinganesi missa tolið við Javnaðarflokkinum.
Nógv er tí sum bendir á, at í dag má røkka ella støkka hjá samgonguni. Tí fær hon ikki skil á fiskivinnunýskipanini, so dettur alt annað á gólvið eisini – bæði pensjónsnýskipan og stjórnarskipanaruppskotið. Fiskivinnunýskipanin er legitimiteturin hjá samgonguni, klárar hon ikki at loysa tað málið, so klárar hon einki.
Løgtingsfundur er ásettur at vera klokkan 11, so tí verður tað neyvan ein drúgvur fundur. Tó so. Maðurin, sum ásetir tingfundirnar, er eisini á fundinum, so um neyðugt er at útseta tingfundin vegna samgongufundin, so verður tað gjørt.
In.fo fylgir málinum.