Fundur hjá vinnulívsráðnum

Aðalfundurin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík verður á Klaksvíkar Sjómanssheimi mánakvøldið 1. mai

aðalfundur

Á fundinum fer formaðurin, Jógvan við Keldu, at leggja fram formansfrágreiðing, og seta út í kortið framtíðarmøguleikar hjá ráðnum.
Rani Nolsøe, menningarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu, fer at greiða frá um íverksetan sum parti av vinnuligari strategi fyri Klaksvíkar kommunu og um "best practice" samstarvið við eitt nú Birk Centerpark í Herning.
Gestarøðari á aðalfundinum verður Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa. Hann fer at umrøða hvussu Norðoyggjar fáa sum mest burtur úr virðisbrævamarknaðinum, og um royndirnar av íløguvirkseminum hjá Sparikassanum í útlandinum.
Vinnulívráðið í Klaksvík varð sett á stovn í 1992, tá táverandi kreppa hevði tikið dik á seg.
Síðani tá, hava nógv tiltøk verið fyriskipað av ymiskum sløgum, eitt nú við felagsátøkum á vinnuligum framsýningum í útlondum, skeið og fyrilestrar.
Nýggir limir kunnu tekna seg á aðalfundinum, sum verður settur klokkan 19.30.