Fundur fyri teir fremstu venjararnar

Leygardagin 25. mars 2006 verður skipað fyri venjarafundi fyri venjararnar í Formuladeildini. Á fundinum verða Jógvan Martin Olsen, John Petersen og Magni Mohr við. Fundurin byrjar í FSF-húsinum kl. 19.00 leygarkvøldið, og har bjóðar FSF døgurða. Síðani verður kunning um landsliðsvirksemi og framtíðarætlanir. Magni Mohr fer at greiða frá fysiskum test av landsliðsspælarum, og síðani er orðið frítt.