fundur á Tvøroyri

.

Klokkan 20.30 í kvøld fer havnarmaðurin, Bjarni Sørensen at halda almennan fyrilestur á Tvøroyri um tann føroyska bátin.

Hann fer at siga frá, hvussu bátar verða varðveittir, hvussu ymsir bátar eru at sigla við o.m.a.

Bjarni Sørensen arbeiðir á Víkingaskipasavninum í Roskilde og er tí væl kunnigur við gamlar bátar.

Á danska bátasavninum hava tey roynt ymsar bátar, men har er niðurstøðan, at ongin er sum tann føroyski báturin.

Tað er bátafelagið Tjaldrið, sum hevur fingið fyrilesturin í lag.

Og hann verður í dupultstovuni í Tvøroyrar Skúla